Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Málingarrullir

Rulluskinn Úr 39,95 DKK
Rullusett, 5 CM 40,00 DKK

Málingarrulla 

Skalt tú mála stór rúm, og manglar eina góða rullu? Vit hava eitt breitt úrval av málingarrullum. Skjótasti máti at mála veggir og loft á, er við at brúka eina málingarrullu. Velur tú eina breiddri rullu, dekkar tú yvir eitt størri øki. Tó skalt tú minnast til at fleiri kreftir skulu brúkast, tá í rullan er breið. 

Best er at velja eina rullu, ið riggar til yvirflatan, sum skal málast. 

Sløg av málingarrullum - soleiðis velur tú røttu rullu

Rullan hevur stóra ávirkan á, hvussu lætt ella torført títt málaraarbeiði verður. Um rullan er ov breið, kann tað gerast torført at dekka krókar og kantar. Um rullan er ov smøl, tekur arbeiðið longri tíð, og ein er í vanda fyri, at endaliga úrslitið verður ójavnt, tí málingin kanska er tornað, áðrenn ein er heilt liðugur. 


Hjá Fróða finnur tú eitt stórt úrval av fleiri ymiskum málingarrullum, so tú altíð hevur røttu rulluna. 

Málingarrulla til loft

Tá tú skal mála eitt loft, viðmæla vit, at tú velur eina rullu, sum kann rúma nógva máling og spruttar heilt lítið. Tú burdi eisini hugsa um at fingið ein leingjara, so tað er lættari at mála høg loft. 

Lakkrulla - málingarrulla til hurðar og slættar yvirflatar

Um tú skal mála ein slættan yvirflata, sum t.d eina hurð ella træ, so burdi tú valt eina lakkrullu. 

Spekter “Perfection” Lak- og møbelrulle er serliga gjørt til at einki rulluspor sæst. Tí kann hon eisini nýtast til veggir ella loft, har ein vil hava eitt slætt úrslit. 

Málingarrulla til kantar og horn 

Um tú skal mála kantar og horn, viðmæla vit eina hornarullu. Minni yvirflatar málast vanliga við penslum, tí tað er lættari at hava tamarhald á málingina. Tað meinast, at tú kann koma heilt inn í hornini, og fáa eina javna deiling av málingini. 


Hornarullan lættar arbeiðið munandi. Rullan er 5 cm breið og kann koma heilt inn í hornini uttan trupulleikar.  Tí er ein tryggjaður eitt flott úrslit - uttan at nýta ein pensil. 


Strukturrulla 

Strukturrullan kann nýtast til øll sløg av máling og gevur eina lætta og ráa útsjónd. 

Rullan er serliga væl egnað at geva ein og hvønn vegg ella yvirflata ein “appilsinskalyvirflata.” Hon kann nýtast í bæði turr- og vátrúm, har tú ynskir ein fínan struktur. 


Málingarrulla til grovar veggir

Hjá Fróða kann tú mangt annað finna Spilon-rulluna frá Spekter, sum serliga er væl egnað til máling av grovum veggum. Rullan leggur eftir sær eitt fínt, næstan ósjónligt mynstur. Rullan kann fáast í 18 cm og 25 cm. 


Tú burdi valt eina rullu, sum passar til yvirflatan, sum skal málast. Hetta kanst tú lesa meira um í okkara leiðvísara til hvørja rullu ein skal velja sær. 


Keyp tína málingarrullu á netinum hjá Fróða.fo

Her finnur tú málingarrulluna, sum tú skal nýta fyri at røkka besta úrslitið. 

Á hesi síðu finnur tí allar okkara rullur og málara útgerð. Okkara úrval er deilt inn í fýra flokkar:

  • Málingarrullusett
  • Leysar málingarrullur
  • Rulluskaft
  • Forleingjaraskaft

Her fært tú eina betri hugmynd av, hvør málingarrulla passar best til tín og til uppgávuna. 

Search