Ókeypis útbering, keypir tú fyri yvir 500kr á nethandlinum

Grundarir (úti)

Facade Primari Úr 78,40 DKK
Grundolja, Klár Úr 159,95 DKK
T12 Grundolja Ókeypis

Grundara til títt uttandura verkætlan

Grundarar eru sera umráðandi, tá tað kemur til uttandura máling. Tað føroyska veðurlagið er sera hart, við nógvum vindi, regn, og salt í luftini frá havinum. Hetta ger, at tað er enn meira umráðandi at nýta góðar grundarar, tá tú fert í holt við at mála uttandura. Gert tú títt forarbeiði ordunligt, tryggjar tú tær tað besta úrslitið. Hjá Fróða hava vit eitt stórt úrvæl av grundarum av bestu góðsku. 

Grundara olja

Grundara olja, sum eisini verður nevndur trægrundari, er allarhelst tann mest brúkti grudarin uttandura. Hann verjir trænum móti roti og svampum, og heftir málingina betur. 

Silikatgrundarir

Silikatgrundarir nýta vit til múrar og múrværk, sum eftirfylgjandi skal málst við silikatmáling. 

Fasade- og múrgrundarir

Facede- og múrgrundarir tryggja at yvirflatan verður mett, soleiðist at málingin eftirfylgjandi heftir betur. 

Rustgrundarar

Vit hava eisini rustgrundarir, sum ger tað lættari at mála jarn og metal. Grundarin ger, at málingin heftir betur, og at tað ikki rustar líka nógv. 


Um tað er nakað tú ivast, spyr enduliga!

Search